‘Mainstreaming’ er ein ætlan fyri arbeiðið við javnstøðu, har kyn og javnstøðuhugsjónin verða tikin við í øllum almennum politikki, planleggingi og umsitingi. ‘Mainstreaming' merkir at javnstøðuarbeiðið verður integrerað í arbeiðinum, heldur enn at vera ein sjálvstøðug eind í einum javnstøðuráði ella aðalráði. At innføra ‘mainstreaming’ í umsitingini merkir, at fokus í javnstøðuarbeiðinum er fyrivarið heldur enn eftirsnarið. Tað snýr seg also ikki longur um at broyta ójavni, men um at fyribyrgja, at ójavni uppstendur. Somuleiðis snýr tað seg ikki longur um at serátøk, men um at arbeiða við heildini, har kynjaperspektivið náttúrliga er við. Grundhugsjónin í ‘mainstreaming’-ætlanini vísir seg í mátanum, umsitingin skipar arbeiðið við javnstøðu. Í staðin fyri at hava ein ráðharra, sum arbeiðir við javnstøðumálum, hava allir ráðharrar ábyrgd av, at javnstøðuatlit verða tikin við í øllum arbeiði Dømi úr Danmark |